HB føroyameistari

B36 - HB 2-4 (1-1)
Tað hevði verið tann reini stuldur, um B36 fekk nakað burtur úr dystinum móti HB í Gundadali í dag. HB var so nógv betra liðið, og stjørnuliðið hjá B36 hevði tað sera trupult móti sera væl skipaða liðinum hjá HB.

Slagið um Havnina hevur tó altíð sítt egna lív, og einum grannadysti so líkt, so sá leingi út til at alt kundi henda.
Tí beint í móti gongdini í spælinum legði Michal Przybylski B36 fram um eitt korter inn í seinna hálvleik. Przybylski vann i einum mótálopið ein nærdyst móti tveimum HB-verjuleikarum, og so fingu teir ikki sera kvika B36-áleyparan aftur, og hann legði B36 fram um.

Í fyrra hálvleiki hevði Pætur Petersen lagt HB fram eftir eitt gott álop, og Alex Mellemgaard javnaði fyri B36 við brotssparkið, eftir at Michal Przybylski var feldur í brotsteiginum.

Yvirvágin hjá HB í dag, vísti seg kortini at vera ov stór, til at B36 kundi standa í móti. Ungi málverjin hjá B36, Rói Hentze Mørk gjørdi sítt til at halda B36 inni í dystinum, og saman við Przybylski var hann tann einasti B36-arin, sum veruliga kundi vera nøgdur við sítt avrik í dag.

Pætur Petersen javnaði til 2-2 fáar minuttir eftir B36 kom fram um, og løtu seinni legði René Shaki Joensen HB fram um. Tá ið so Alex Mellemgaard fekk beinleiðis reytt kort fyri eina harða takkling, sá svart út hjá B36.

Men sum so ofta fyrr stóð B36 seg væl við tíggju monnum móti HB, og eftir reyða kortið hevði B36 bestu løtuna í dystinum.

HB fall dekan ov langt aftur á vøllin, og B36 var vandamikið við longum bóltum inn í brotsteigin. Teir hvítu fingu eisini bóltin í málið tað einu ferðini, men dómarin, Petur Reinert, kolldømdi málið, tí at fríspark var gjørt móti HB-málverjanum, Teiti Gestsson. Í yvirtíðini staðfesti René sigurin hjá HB, sum ikki var eitt mál ov stórur.

HB var heilt einfalt nógv betri enn B36 í dag. Miðvøllurin hjá B36 kom ongantíð við í dystin, og teir báðir danirnir hjá HB, Mikkel Frankoch og Mattias Nygaard saman við Heðin Hansen, sum í dag spældi á miðjuni stýrdu miðvøllinum fullkomiliga. Miðvøllurin hjá B36 manglaði tyngd, og tað hekk alt ov nógv á Eli Falkvard Nielsen, sum í dag fekk lítla hjálpa at vinna miðvøllin.

HB var hinvegin alla tíðina ein støðug hóttan, og kvika spælið á miðvøllinum opnaði verjuna hjá B36 og heilt frammi vóru René Shaki Joensen, Pætur

Comments